Manchester City vann í kvøld seinasta dystin í 21. umfari og legði seg trý stig fremst í Premier League. Edin Dzeko skoraði einsamalla málið í fyrra hálvieki.
Leikvøllurin hjá Wigan, DW Stadium, var ikki meir enn hálvfullur og tað hevur fingið fleiri kritiskar røddir at spyrja um Wigan hevur nakað at gera í Premier League, tá felagið ikki megnar at fylla leikvøllin til ein dyst móti nummar eitt í Premier League.
Einsamalla málið kom eftir at Wigan verjuleikari feldi Edin Dzeko í vinstru síðu. Spanski bóltsnillingurin, David Silva, sendi frísparkið í høvdi á bosniska landsliðsleikaranum og so var Manchester City á odda. David Silva hevur nú lagt upp til 11 mál í hesum kappingarárinum og tað er fýra fleiri enn nakar annar.
Oddaliðið var uttan Vicent Kompany, Mario Balotelli og Micah Richards, sum tó allir vóru komnir til Wigan at stuðla liðnum í kvøld. Í seinna hálvleiki kundi Sergio Aguero havt avgjørt dystin, tá hann rak framvið allari verjuni hjá Wigan, men í løtuni tá hann skuldi sparka til bóltin kom Edin Dzeko í vegin.
Móti endanum tveitti Wigan alt fram, men megnaði sjáldan at hótta málið hjá Joe Hart. Hinvegin, so var Wigan leikarin, Maynor Figueroa, heppin bara at fáa gult kort, tá við vilja tók bóltin við hondini sum aftasti maður. Sergio Aguero var klárur at strúka avstað, men helst hevur dómarin mett, at hendingin fór fram ov lagt frá málinum til at kunnu siga við vissu, at Maynor Figueroa tók ein greiðan málmøguleika frá Sergio Aguero og Manchester City. Teir vóru staddir á miðstrikuni, tá hendingin fór fram.
Við sigrinum liggur Manchester City nú aftur trý stig fremst, meðan Wigan framvegis liggur niðast.
Premier League:
Í dag:
Wigan Manchester City 0-1
Leygardagin:
Aston Villa Everton 1-1
Blackburn Fulham 3-1
Chelsea Sunderland 1-0
Liverpool Stoke 0-0
Manchester United Bolton 3-0
Tottenham Wolverhampton 1-1
WBA Norwich 1-2
Sunnudagin:
Newcastle QPR 1-0
Swansea Arsenal 3-2
Støðan:
1 Man City 51
2 Man Utd 48
3 Tottenham 46
4 Chelsea 40
5 Arsenal 36
6 Newcastle 36
7 Liverpool 35
8 Stoke 30
9 Norwich 28
10 Swansea 26
11 Everton 25
12 Sunderland 24
13 Aston Villa 24
14 Fulham 23
15 West Brom 22
16 Wolves 18
17 Blackburn 17
18 QPR 17
19 Bolton 16
20 Wigan 15