Manchester City er steypavinnari

Sunderland var á odda, men tvey mál í ein minutt vóru grundarlagið undir 3-1 favoritt sigrinum

Tað gekk soleiðis, sum tað varð roknað við, tá ið favorittarnir í Manchester City og Sunderland í dag hittust í Capital One Cup finaluni ella finaluni í lítlu steypakappingini, sum tað eisini verður nevnt.

Manchester City vann 3-1 á Wembley, men undirtippaða Sunderland, sum einki steyp heur vunnið síðani sigurin í FA Cup í 1973, stríddist fyri søkini, og í trý korter var Sunderland frammanfyri 1-0. Í 10. minutti var tað italiumaðurin Fabio Borini, sum seti hol á, og lítla løtu seinni var um reppið, at Sunderland økti um leiðsluna.

Smátt um smátt vóru tað favorittarnir í Manchester City, sum fingu tak á spælinum, og tíggju minuttir eftir steðgin skoraðu teir tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað miðvallarin Yaya Touré, sum úr 25 metrum sera hegnisliga lyfti bóltin upp í málhornið, og ein lítlan minutt seinni var tað Samir Nasri, sum eftir innlegg úr vinstru smekkaði bóltin dygst inn við stólpanum. Sunderland royndi at svara aftur, men tað endaði við, at innskifti Jesus Navas, sum staðfesti, at Manchester City í 2014 er vinnari av Capital One steypakappingini.