Manchester United hevur keypt stórtalent

Premier League: Manchester United skumpaði Real Madrid vekk frá Leny Yoro

Manchester United hevur keypt 18 ára gamla stórtalentið, Leny Yoro, frá franska Lille. Prísurin fyri franska miðverjan er áleið 460 millónir krónur, skrivar miðlar sum The Athletic.

 

Tað var annars væntað, at Leny Yoro skuldu skifta til Real Madrid. Miðverjin hevði eitt ár eftir av sáttmálanum og søgan sigur, at Real Madrid bjóðaði umleið helmingin av teimum 460 millióninum fyri miðverjan.

 

”Plan B” var at bíða til sáttmálin gongur út um eitt ár, og fáa spælaran uttan at rinda til felagið. Hetta er nakað, sum Real Madrid hevur gjørt í seinastuni við spælarar sum David Alaba og Kylian Mbappé.

 

Tí mátti Manchester United, við nýggju minnilutaeigaranum, Ineos, á odda, finna upp á okkurt. Tað bleiv til pengar, løn og spælitíð, siga viðmerkjarar. Leny Yoro verður mettur sum eitt av størstu talentunum á sínum plássi.

 

Manchester United hevur fyrr í summar keypt hollendska áleyparan, Joshua Zirkzee, frá italska Bologna. Ensku bløðini skriva, at Manchester United nú ætlar at keypa Manuel Ugarte frá Paris Saint Germain. 23 ára gamli miðvallarin, sum er úr Uruguay, hevur bara verið eitt ár í franska høvðusstaðnum og tí meta fleiri eyðgleiðarar, at Manchester United skal punga út við yvir 500 milliónum krónum, fyri at fáa stríðsmannin.

 

Tað merkir, at felagið skal selja fleiri av sínum spælarum. Teirra millum Victor Lindelof, Casemiro, Aaron Wan-Bissaka og Scott McTominay. Bara tíðin kemur at vísa, um tað fer at eydnast, men INEOS hevur longu sett sín stóra dám á ítróttarligu leiðsluna í felagnum.