Manchester United og Inter Milan víðari

Champions League vinnarnir frá í fjør, Inter Milan, vunnu í evstu løtu á Bayern Munchen, meðan Manchester United vann á Marseille. Tað tók Manchester United bara fimm minuttir at leggja seg á odda. Javier Hernandez fekk eina tá á eitt millum-ting av einum innleggi og einum skoti frá Wayne Rooney. Sir Alex Ferguson hevði valt Javier Hernandez fram um Dimitar Berbatov í álopinum.

 

Løtu seinni hevði ein gamal kenningur hjá føroyingum, Andre-Pierre Gignac, ein góða møguleika at javna fyri Marseille, men royndin hjá honum fór langt omanfyri. Andre-Pierre Gignac skoraði einsamalla málið, tá Frakland í 2009 vann 1-0 á Føroyum á Tórsvølli í HM undankappingini 2010.

 

Manchester United mátti í fyrra hálvleiki skifta ein skaddan John O?Shea út fyri Rafael Da Silva. Í seinna hálvleiki mátti Rafael so eisini út við skaða.

 

Marseille kom væl frá byrjan í seinna hálvleiki, men megnaði ikki at skapa nakrar stórvegis møguleikar. Marseille vísti í løtum at teir eru eitt gott lið, men eitt gott korter fyri tíð økti Javier Hernandez til 2-0 til Manchester United. Hesa ferð eftir innlegg frá innskifta Valencia.

 

Marseille minkaði um munin tíggju minuttir fyri tíð, men megnaðu ikki at fáa seinna málið, ið hevði sent fronsku meistarnar víðari.

 

Onki lið hevur megnað at vinna Champions League ár um ár, men Inter Milan hevur enn møguleikan at gera tað, eftir at teir vunnu í Týsklandi móti Bayern Munchen. Mario Gomez og Thomas Muller skoraði málini fyri Bayern Munchen, meðan Samuel Eto?o, Wesley Snejider og Goran Pandev skoraðu fyri Inter Milan.

 

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verður fríggjadagin.

 

Champions League 1/8 finalur:

 

Bayern Munchen ? Inter Milan 2-3

(Samanlagt 3-3, Inter Milan víðari við fleiri útivallar málum)

 

Manchester United ? Marseille 2-1

(Manchester United vinnur samanlagt 2-1)