Manglandi fíggjarstýring

Hóast vit hava havt kanska bestu tíðir nakrantíð í Føroyum seinastu árini viðvíkjandi fortreytunum fyri okkara búskapi, er ikki nógv at síggja aftur av hesum í landskassanum í dag, og eru útlitini fyri fíggjarlógina komandi ár heldur ikki nakað at gleðast yvir.

Framgongdin í føroyska samfelagnum hevur síðani kreppuárini verið ovurhond stór og hjólini mæla nú skjótari enn nakrantíð, men útlitini eru ikki eins góð fyri komandi árini, so vit kunnu ikki rokna við, at búskaparin fer at vaksa eins nógv og hann hevur gjørt. Ein orsøk til stóra vøksturin er sjálvsagt tað, at samfelagið var niðurpínt í kreppuárunum og vóru tí nógv samfelagsøki forsømd, so neyðugt var við dagføringum bæði í rakstri og íløgum.

Men høvuðsorsøkin til stóru framgongdina er sjálvsagt, at okkara høvuðsvinna fekk viðrák, bæði hvat viðvíkur fiskaprísum, rávørunøgd og eisini hevur rentan verið sera lág hesi seinnu árini, og hevur alt hetta verið við til betra um møguleikarnar hjá okkara høvuðsvinnu og samfelagnum annars at gera neyðugar íløgur, sum ikki kundu gerast kreppuárini.

Hóast hesa stóru framgongd og nógv øktu inntøkur landskassans er metta yvirskotið hjá landskassanum fyri 2002 bert góðar 140 mió., men tá er ikki tikið hædd fyri, at væntast kunnu fleiri eykajáttanir afturat í ár uppá einar 30-40 mió. so veruliga RLÚ-úrslitið kemur at liggja á umleið 100 mió.. Hetta er ikki nøktandi, tá hugsað verður um, at vit í løtuni eru ovast á einum alduryggi og ringt er at fáa eygu á, at inntøkur landskassans kunnu økjast nógv afturat komandi árini.

Her kann eisini skoytast uppí, at RLÚ-úrslitið fyri 1999-2001 hevur ligið um 600 mió. og størsta broytingin er sjálvsagt, at inntøkur landskassans frá ríkisveitingini lækkaðu 366 mió. , men úrslitið sær út til at minka við umleið 500 mió.

Mynd (Landskassaúrslit u/avdráttir)


Samgongan sigur seg stýra ímóti einum sjálvberandi búskapi, men tølini siga nakað annað. Tað at skerja blokkin við 366 mió. er í sær sjálvum ikki at stýra ímóti einum sjálvberandi búskapi, tí um onki annað kemur ístaðin, hevur skerjingin kanska tað mótsettu effektina.

Tað sum nú er hent, er tað, at vit hava skert blokkin við 366 mió. og úrslit landskassans er minkað við umleið 500 mió., men hóast tað, eru nøkur í samgonguni, sum pástanda, at vit hava ein meir sjálvberandi búskap nú enn nakrantíð áður. Grundgevingarnar eru ymiskar, eitt sum ofta hevur verið ført fram er, at ríkisveitingin fyri 2003 bert verður 17% av inntøkum landskassans, men hetta sæst sum omanfyri greitt frá eisini aftur í úrslitinum. Tað hevði verið positivt um orsøkin til, at ríkisveitingin bert var 17% var at aðrar inntøkur vóru hækkaðar og ikki tað at ríkisveitingin var lækkað, so hevði verið møguleiki fyri, at lagt uppfyri til verri tíðir ella ein møguligan sjálvberandi búskap.

Tað tykist sum um, at samgongan í samband við skerjingarum av inntøkunum hevur gloymt, at um inntøkurnar minka, er neyðugt at halda aftur í útreiðslunum, men her kann sigast, at so er ikki. Seinastu 5 árini eru almennu útreiðslurnar øktar við heili 1,1 mia. herav góðar 900 mió eru farnar til rakstur. Vøksturin í útreiðslunum sær út til at halda fram komandi ár, so um inntøkurnar ikki eisini økjast er eins og fyri 2002 onki at leggja niðurfyri til verri tíðir og má hetta sigast at vera alt annað enn nøktandi, nú vit hava eitt samfelag, har hjólini mæla skjótari enn nakrantíð.



Mynd (Rakstrarútreiðslur u/rentir)


So um samgongan meinar nakað við sín sjálvberandi búskap, er alneyðugt við sparingum innan almenna sektorin, og her má tað so serliga verða umsitingin, sum skal skerjast, og her hevur landsstýrið kanska gingið á odda við at økt um talið á landsstýrismonnum og stýrum, sum eftirhondini er um at verða tað tvífalda av tí sum var ætlanin við nýggju stýrisskipanarlógini.

Eitt er, hvat samgongan á hvørjum ári við fíggjarlógini stingur út í kortið, um hvørjar ætlanir tað hevur fyri komandi árið, men seinnu árini hevur tað tíverri víst seg, at fleiri og fleiri eykajáttanir eru komnar gjøgnum árini og vóru fyri 2001 givnar góðar 200 mió. í eykajáttan, hetta var í 1997 einans 12 mió.. Henda gongd sær út til at halda áfram í 2002, og um framlagda fíggjarlógin fyri 2003 verður samtykt í verandi líki, rokni eg við uppaftur fleiri eykajáttanum í 2003 eftir orðaskiftinum at døma.










Mynd (Eykajáttanir)


Tað er í ikki minst okkara samfelag sera týdningamikið, at fíggjarstýringin er góð, tí uttan eina vælvirkandi fíggjarstýring er skjótt at missa tamarhaldið á búskapinum. Seinastu dagarnar er komið fram, at nøkur øki hava brúkt meir enn játtað, men um fíggjarstýringin var góð, skuldi hetta verið sæð nógv fyrr og ikki nú einans tveir mánaðir eru eftir av árinum, tí nú ber illa til at spara uttan sera álvarsligar fylgjur, so væntast kunnu fleiri eykajáttanir afturat í ár.

Eftir míni meting hevur framlagda fíggjarlógin sera lítið virði, tí hon er ikki ein ætlan fyri komandi ár, sambært fíggjarmálaráharranum, men ein fyribilsuppgerð, har útreiðslu- og/ella inntøkureguleringar ikki eru tiknar við, tí tað skulu fyrst gerast lógarbroytingar, men hetta er ikki fylgt í øllum viðurskiftum. Eitt nú eru ikki ein gongd allar lógarbundnu útreiðslurnar við, sum dømi kann nevnast Norðoyatunnilin. So tað sær út til, at hon er sett upp við eittans máli og tað er, at hon skal hava størri yvirskot í 2003 enn 2002 á pappírinum, og hetta gevur í sær sjálvum boð um eina sera vánaliga stýring av okkara búskapi.