Mannarættindastøðan í Russlandi munandi versnað

Í ST-frágreiðing verða myndugleikarnir í Russlandi lagdir undir umfatandi undirgraving av rættarskipanini og rættartrygdini.

Sambært einari ST-frágreiðing verður sagt, at mannarættindastøðan í Russlandi er nógv versnað, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

Tað er mannarættindaráðið í ST, sum hevur biðið um frágreiðingina um støðuna í Russlandi, og her sær alt annað enn væl út.

 

- Russisku myndugleikarnir hava framt skipað álop á rættindini hjá fólkinum, stendur í ST-frágreiðingini.

Lagt verður aftrat, at myndugleikarnir í stóran mun hava skúgvað til viks frælsi til at skipa seg, frælsi til friðarligar samkomur og til at siga sína hugsan.

 

Í ST-frágreiðingini verða myndugleikarnir í Russlandi lagdir undir umfatandi undirgraving av rættarskipanini og rættartrygdini.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr frágreiðingini, sum er almannakunngjørd í dag.