TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjarin hjá Vìkingi, Sigfríð S. Clementsen, aftaná 0-1 tapið hjá Víkingi á heimavølli í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Sigfríður heldur, at fráveran av lyklaspælarum gjørdist ov dýr, og tí stóð Víkingur við ongum máli, tá dysturin var liðugur. Sigfríður var tó ikki hugtikin av avrikinum hjá B36, og hann heldur, at Víkingur hevur ein 50/50 at røkka fjórðu steypafinaluni á rað.