Oljuráðleggingarnevndin hevði í farnu viku sín fyrsta fund í meira enn eitt hálvt ár. Eitt mál var á skránni, og tað var uppskot til kolvetnisskattalóg. Arbeiðið við sjálvari kolvetnisskattalógini er liðugt og verður nú latið til politiska myndugleikan at taka støðu til. Talan er um eina víðkan av verandi skattagrundarlagi til eisini at fevna um arbeiði á sjálvum landgrunninum.
Arne Poulsen er formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Hann sigur við Sosialin, at nevndin samdist um at mæla til vanligan partafelagsskatt eisini í sambandi við kolvetnisvirksemi. Partafelagsskatturin í Føroyum er 27%.
Umframt vanligan partafelagsskatt hevur politiski myndugleikin eisini møguleika fyri at brúka fleiri onnur amboð í sambandi við tey krøv, sum verða sett til nýggju vinnuna. Her er talan um ávíst gjald fyri støddina av einum loyvisøki, um serskatt og um royalty. Eisini spurningurin um luttøku av einum almennum oljufelag er eitt av amboðunum, sum myndugleikarnir kunnu brúka. Aftrat hesum kemur spurningurin um skatting av teimum lønum, sum verða goldnar út í sambandi við kolvetnisvirksemi.
Petur Alberg Lamhauge, stjóri í fíggjarmálastýrinum og limur í Oljuráðleggingarnevndini hevur arbeitt nógv við uppskotinum til eina kolvetnisskattalóg. Hann vísir á, at verður olja funnin, so liggja stóru inntøkurnar frá hesi vinnu eini 10-15 ár frammi í tíðini. Men tað avleidda virksemið í sambandi við kanningar og leiting kann geva samfelagnum nakrar inntøkur, áðrenn framleiðsla byrjar.
Tí mælir Oljuráðleggingarnevndin, umframt at áseta vanligan partafelagsskatt, eisini til at víðka skattagrundarlagið, soleiðis at tey fólk, sum koma at arbeiða á føroyskum øki frá komandi ári, verða skattskyldug í Føroyum. Tvs. her er fyrst og fremst talan um seismikkskipini og manningarnar á teimum.
Miðjað verður móti at fáa lógina fyri tingið, soleiðis at hon kann galda frá 1. januar 1999.