Manningarnar hava trivist væl

- Tað eru stak góðar og dugnaligar manningar, sum nú hava fingið høvi at halda fram við hesum skipum, sigur Osmund Justinussen, reiðari. Tá Norðoya Íløgufelag herfyri keypti ísfiskatrolararnar, Stjørnuna og Polarhav, fingu manningarnar, sum hava siglt við hesum skipum gjøgnum mong ár, høvi at fylgja við og halda fram umborð.

- Nú vóna vit, at ísfiskatrolararnir fara at roynast nýggju eigarunum líka hollir, sum teir hava roynst okkum. Vit vita, at tað eru stak góðar og dugnaligar manningar við hesum skipum. Onkur hevur siglt hjá okkum í út við 40 ár ? og nakrir í meiri enn 30 ár, sigur Osmund Justinussen, reiðari.

Hann leggur aftrat, at eingin eigur at halda, at reiðaríið í Leirvík leggur seg at ?sova? og stingur pengarnar undir koddan, sjálvt um hesi skip nú eru seld.

Felagið ger nevniliga stórar íløgur í supply-skip, har hitt fyrra kemur seinni í heyst - og hitt seinna næsta vár.

- Hetta eru íløgur, sum tátta í 700 miljónir krónur, sigur hann.

Saman við Jónsveini Knudsen og Peturi Mohr hevur felagið í Leirvík so eisini keypt ognirnar hjá Kjartani Joensen.

Nú Stjørnan og Polarhav eru seldar til Klaksvíkar, kunnu vit nevna, at hetta var triðja Stjørnan í røðini síðan 1973, tá Osmund saman við øðrum keypti fyrstu Stjørnuna. Polarhav, sum skipanavn, kom í flotan hjá teimum seinast í sjeytiárunum.

- Øll hesi ár hava vit fingist við ídnaðarskip í Norðsjónum, og vit hava havt skip á feskfiskaveiði á Føroyagrunninum, heilt síðan hesin fiskiskapur byrjaði her fyri sløkum 40 árum síðan, samstundis sum fiskavirkir byrjaðu at stinga seg upp kring landið, sigur Osmund Justinussen, sum seinastu 40 árini hevur verið reiðari á umleið 35 skipum og bátum tilsamans.

Felagið í Leirvík hevur eisini rækjutrolaran, Havborg.