Síðani seinasta fríggjadag hevur eitt av kendastu íslendsku manskórum verið á vitjan í Føroyum. Teir hava havt konsert í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri og í Nólsoy.
Men ikki nóg mikið við at hava vanligar konsertir, so hevur kórið eisini havt onkrar framførslur har tað annars ikki er so vanligt at hoyra kórsang - í hvussu er ikki í Føroyum.
Fyrsta dagin sungu teir inni í múrinum í Kirkjubø og seinni sama dag sungu teir í SMS. Tað seinna er nú ikki so óvanligt, tí har hava fleiri kór framført áður.
Men at kór framføra í Keypsamtøkuni í Hoyvík, tað má sigast vera rættiliga óvanligt. Umstøðurnar eru ikki serliga væl egnaðar til tað og slett ikki tá hugsað verður um, at íslendska kórið telur um 70 mans.
Men roynt var kortini, og ikki kann sigast annað enn, at royndin var sera væl eydnað.
Kórið stillaði upp frammanfyri kølidiskin innast í handlinum - har sum slaktarin fyrr helt til.
Hóast tað var trongt og áhoyraraplássini vóru kølidiskarnir, sum standa á rað eftir gólvinum, so skal ikki sigast annað enn, at sangurin ljóðaði einastandandi væl.
Kórið sang tríggjar sangir og tað er einki at taka seg aftur í, at áhoyrararnir fegnir vildu havt fleiri, men tað sá næstan út sum innkeypið gekk lættari aftaná sangin!
Kórið fór aftur til Íslands í gjár.