Tað er neyvan ov nógv avgjørt at siga, at spælið hjá B36 higartil hevur verið heldur trilvandi, men tá Víkingur vitjaði í Gundadali í gjár, lá munandi betur fyri. Og serliga var tað tann eini spælarin, ið skaraði framúr, tí tá góður hálvur tími var farin, hevði Margit Magnusdóttir skotið reint »hat-trick«, og fyri hálvleik hevði hon skorað eitt aftrat, so B36 var á odda 4-1. Hóast Sevdal-systrarnar skutu trý mál fyri Víking, rakk tað ikki til at taka B36, sum við sigrinum kom upp á triðjapláss í kappingini.
Kappingin millum tey bæði fremstu síðstu tvey árini, AB og KÍ, tykist aftur í ár vera beinhørð, og í løtuni er tað bara málúrtøkan, ið ger av, hvat av liðunum er tað fremra. Av tí at AB í grannauppgerð vann 5-0 á HB í gjár, er tað AB, sum í løtuni eigur oddasessin í landskappingini. AB hevði eina rúgvu av næskum royndum og skuldi vunnið nógv meira, men Ásleyg Súnadóttir rakti málið væl og fekk skotið trý av teimum fimm málunum hjá AB.
Hóast AB eigur oddasessin, læt KÍ ikki argjakvinnur fara langt, tí bara eittans málið er á muni í málúrtøku. KÍ var eisini á útivølli og vann 3-0 á Skála í einum dysti, har tað eisini var KÍ, sum hevði munin og kundi vunnið meira. KÍ var longu á odda 2-0 eftir eitt lítið korter, men triðja málið kom ikki, fyrr enn bara eitt korter var eftir.