Maria Jacobsen 70 ár

Mánadagin 15. februar verður Maria Jacobsen á Langanesi, á Glyvrum, 70 ár.

Maria er dóttir Jakku og Agnas Olsen í Søldarfirði. Av tí at mamma hennara ikki livdi so væl, fór hon, sum eitt ára gomul, til fastrina Oluffu í Klova í Søldarfirði at vera og var har, inntil hon var 14 ár.

Sum 15 ára gomul fór hon til Klaksvíkar at tæna. Sum 18 ára gomul fór hon at arbeiða á turkihúsinum hjá Kjølbro á Skála og sigldi við arbeiðsmonnunum úr Søldarfirði yvir um fjørðin. Sum 20 ára gomul byrjaði hon á bakarínum hjá Anton í Heiðunum, og har var hon, inntil hon giftist Klæmint Jacobsen á Glyvrum. Klæmint er sonur Napoleon og Suffíu á Langanesi. Maria og Klæmint eiga 5 synir og 8 ommu- og abbabørn.

Maria sat í skúlanevndini fyri Runavíkar Kommunuskúla í 21 ár, frá 1980-2001, harav 18 ár sum formaður. Eisini hevur hon verið fastur limur í Løgtingsvalnevndini fyri Eysturoyar Valdømi síðani 1997 og limur í Nevningagrundlistanevndini fyri Eysturoyar Sýslu, harav tey seinastu sjey árini sum formaður.

Fyrst í 80-unum tóku Martin í Grund og Maria Jacobsen stig til at fáa ein minnisvarða reistan í Søldarfirði. Hesin varð reistur í 1983. Martin var formaður og Maria næstformaður. Í 1986 varð hon vald í fyrstu nevndina hjá bygdasavninum FORNA á Glyvrum, og síðani 1989 hevur hon verið formaður í FORNA. Maria var eisini ein av stigtakarunum til blaðið “Keraldið”, sum kom út, fyrstu ferð í 1996.

Serliga hevur ættargransking fylt nógv seinnu árini hjá Mariu. Síðani 1984 hevur hon undirvíst í ættargransking á Glyvrum, Toftum, Eiði og Fuglafirði. Hon var eisini ein av stigtakarunum til ættargrannskingarfelagið Ættarbandið, sum sá dagsins ljós síðst í 90-unum. Hon hevur verið formaður øll árini.

Umframt at vera virkin sum fyrilestrarhaldari, undirvísari og savnsleiðari, hevur hon skrivað søgur og yrkingar í “Mín jólabók” og siðsøguligar greinar í “Keraldið”, “Varðin” og ”Birting”. Úr norskum hevur Maria umsett bókina,” Í Tøkum Tíma”, eftir Lars Rustbøle, og hon hevur skrivað bókina “Eingilin hjá Snorra”, sum er stuttsøgur fyri børn.