Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens vunnu í kvøld ein sera týðandi sigur á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í JYSK Arena í Silkeborg vann Horsens 29-25 á Silkeborg-Voel. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Maria gjørdist við átta málum toppskjútti hjá Horsens. Harumframt legði Maria upp til trý mál (assist).
Horsens er nummar níggju í deildini við 12 stigum. Tær eru eitt stig aftanfyri júst Silkeborg-Voel, ið er á týðandi áttanda plássinum við 13 stigum. Sostatt er Horsens bert eitt stig frá einum endaspælsplássi. Hevði Horsens tapt dystin í kvøld høvdu fimm stig verið á muni.
Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð, tá Horsens á heimavølli tekur móti liðnum hjá Janu Mittún, Viborg.











