Ein stórur meiriluti av umboðunum á landsfundinum hjá konservativa týska flokkinum, CDU, gav kanslaranum, Friedrich Merz, sín stuðul sum floksleiðari.
Á landsfundinum í dag fekk Merz heili 878 atkvøður – svarandi til heii 91,2 prosent av teimum tilsamans 963 atkvøðunum.
– Eg vil veita mína hjartans tøkk, segði Friedrich Merz eftir atkvøðugreiðsluna og legði aftrat, at hann ynskti framhaldandi gott samstarv í flokkinum.
Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í kvøld.











