Marin hevur valt matvørur sum yrkisleið

Marin Theodora Skaalum Joensen fer á ráðstevnu í Silo 8. juni at greiða frá, hvat skal til fyri at fáa føroysk ung at velja útbúgving og starv innan matvøruvinnu

Tíðindaskriv:

 

25 ára gamla Marin Theodora Skaalum Joensen er næstan liðug við dreymaútbúgvingna á DTU sum verkfrøðingur í matvørutøkni. Hon starvast hjá Novonesis, sum framleiðir tilfar til matvøruídnaðin, eitt nú ensym og probiotika.  

Í 2024 stovnaði Marin saman við einum floksfelaga startup-fyritøkuna, Ocean Wrap, og við henni vunnu tær Skylab Ignite-virðislønina fyri eina verkætlan at framleiða pakkitilfar úr tara.

 

Marin hevur sostatt útbúgving, førleikar og nýskapanarhug, sum Føroyar hava brúk fyri, um vit av álvara vilja menna matvøru- og sjófeingisvinnuna og fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi.

 

Á almennu ráðstevnuni, Fiskur og Framtíðin - møguleikar og avbjóðingar, greiðir Marin frá, hví hon valdi hesa útbúgvingina og um møguleikarnar í matvøruyrkinum. Eisini hugleiðir hon um, hvat krevst fyri at fáa ung at útbúgva seg og arbeiða innan matvøru- og tøkniøkið í Føroyum.

 

Eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni er nevniliga, hvussu vit fáa ungdómin at velja sær útbúgving og yrki innan sjófeingisvinnuna. 

 

Ráðstevnan verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni. Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til. Her ber til at síggja skrá og melda til.