Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli 37-28 (23-11) sigur á Ejstrup/Hærvejen. Marita skoraði eitt mál.
HØJ er greitt oddalið við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir.
Bjørk F. Joensen og liðfelagarnir í Randers vunnu á heimavølli 26-22 (15-13) á TMS Ringsted. Bjørk skoraði trý mál.
Randers er nummar níggju í deildini við fýra stigum fyri seks dystir, so sigurin ígjár kom væl við hjá Randers.
Vár og Lív Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax spældu javnleik 21-21 (13-9) móti Roskilde á útivølli.
Ajax er næstfremst í deildini við níggju stigum fyri seks dystir.