Marius: AB fer eftir evropeiska plássinum nú (FM1)

(FM1) Hoyr danska tvímálsskjúttan hjá AB og hjálparvenjaran hjá 07 Vestur seta orð á 3-1 sigurin hjá AB á Dungasandi

##med2##

 

Tað koyrir sum eftir ánni hjá AB, ið nú hevur fýra sigrar í fimm teimum seinastu dystunum. Við 16 stigum er AB nú bert trý stig frá fjórða plássinum, ið sannlíkt gevur evropeiska luttøku komandi ár. 

 

Í dag vann AB 3-1 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági.

 

07 Vestur-AB 1-3 (0-1)

 

0-1 Teitur Debess Olsen (25.)

 

1-1 Mads Borchers br.sp (49.) 

 

1-2 Marius Kryger Lindh (59.)

 

1-3 Marius Kryger Lindh (73.) 

 

Tvímálsskjúttin hjá AB, Marius Kryger Lindh sigur við FM1, at teir í AB fara nú greitt eftir at tryggja sær evropeiska luttøku. Teir á Argjum halda seg avgjørt hava liðið til at røkka málinum.

 

Hjálparvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen iðrar seg um, at 07 Vestur ikki tók av málmøguleikunum í dag, ið vóru nóg nógvir til at geva 07 Vestur stig í dag.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru við teir báðar á FM1 fyrr í dag. 

 

 

 

Samrøður: Marius Kryger Lindh og Tór-Ingar Akselsen

Samrøður: Marius Kryger Lindh og Tór-Ingar Akselsen