Marius og Petur og NSÍ eru á FM kós

Eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki løgdu Petur Knudsen og Marius Kryger Lindh lunnar undir trivaligan sigur, sum ber við sær, at væl upplagda NSÍ er greitt topplið, og at Skála ÍF er aftast

Tað var kommunuppgerð í Runavík í kvøld. NSÍ vann 4-0 ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis.

 

Trivaligi sigurin ber við sær, at NSÍ er greitt topplið, nú tveir triðingar eru farnir av ársins Meistaradeild. NSÍ hevur 37 stig, meðan KÍ er næstfremst við 34 stigum, Víkingur er á triðja plássi við 32 stigum, og feløgini í Gundadali – HB og B36 – hava 30 stig.

 

At Klæmint A. Olsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu, tíggju minuttir eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka sær av løttum við tí í huga, at stór avbjóðing í Europa bíðar í Klaksvík hóskvøldið.

 

Viljormur Davidsen fór av vøllinum, tá ið ein hálvur tími var eftir, Sammy Skytte var bara á vøllinum síðsta hálva tíman, tá ið hann avloysti Beinir Nolsøe, og eitt stórt korter undan leikloki fór enn ein av lyklaspælarunum av vøllinum, tá ið Betuel Hansen, sum er um at koma fyri seg eftir skaðasteðg í næstan tvey ár, avloysti Michal Przybylski.

 

Hálvur tími var farin, tá ið Petur Knudsen setti hol á. Tað var eftir fínt upplegg frá Marius Kryger Lindh, og tríggjar minuttir seinni var tað Petur Knudsen, sum átti uppleggið, tá ið Marius Kryger Lindh økti um munin til 2-0. Saman við teimum báðum – Peturi Knudsen og Marius Kryger Lindh – var stríðsmaðurin á miðvøllinum Emil Weihe Joensen so sera eyðsýndur-

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, vóru skálamenn óhepnir at gera sjálvmál, og so var tað, at Klæmint A. Olsen aftur var málskjútti. Tað hevur hann ikki verið í landskappingini síðani 12. apríl, tá ið hann í 2-0 sigrinum á heimavølli ímóti 07 Vestur skoraði seinna málið.

 

Meðan dagsskráin hjá NSÍ er heilt hugalig, nú setningurin er at vinna FM og hóskvøldið at vinna seg víðari í Europa, so er tað minni hugaligt hjá Skála ÍF. Uppflytararnir mistu í summar toppskjúttan Simon Jørgensen, og álitið í verjuni Jákup Jakobsen hevur ikki verið við síðani summarsteðgin. Tað er sera stórur smeitur.

 

Setningurin hjá Skála ÍF er at vinna seg av aftasta plássi og upp á í hvussu so er áttanda plássi.

 

Sunnukvøldið fær Skála ÍF vitjan av Víkingi, og NSÍ fer hóskvøldið at spæla UEFA Conference League ímóti sveisiska FC Lugano og mánakvøldið verður landskappingardystur á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum stríðist fyri at varðveita plássið í Meistaradeildini.