Mong eru noydd úr bústaðnum um summarið

Nógv verður bygt, men kortini hava nógv fólk ongan bústað.

 

Í summum førum hava fólk bústað í nakrar mánaðir, men tá summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk.

 

Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ótryggleika, tí hvar skulu fólk búgva í teir mánaðirnar, ið tey mugu úr bústaðnum?

 

Skipanin við stutttíðarleigu er vorðin óburðardygg, og tørvur er á heimild til kommunurnar at skipa økið betur. Løgtingið má eisini gera leigulógina strangari, so fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum í heilum.

 

Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har fast, tí talan er um stutttíðarleigumál.

 

Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara.

 

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa henda trupulleika.

 

Tað ber til. Men tað krevur vilja frá landspolitikarunum.