Marjus Dam: Avtalan skal haldast - bummurin skal burtur

Marjus Dam vil hava allan iva burturbeindan í samband við avtaluna um Vágatunnilin.

 

Marjus Dam skrivar í lesarabrævið (les brævið her), at tá avtalan um Vágatunnilin var gjørd, var gjørt púra greitt, at tá lánið var afturgoldið, var liðugt at gjalda bummgjald.

 

Nú er lánið aftur og tí skal bumgjaldið av - nú, sigur Marjus Dam.

 

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vísir á, at í løgmansrøðuni á Ólavsøku, vísti Aksel V. Johannesen, at tíðin var komin at endurskoða príspolitikkin, við tí endamáli at finna eina samhaldsfasta samferðsluloysn fyri alt landið.

Vágatunnilin eigur ikki at verða partur av nakrari nýggjari avtalu, tí gamla avtalan sigur púra greitt, at bummgjaldið skal avtakast, vísir Marjus Dam á.