Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, væntar ikki, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at gera álvara av sínum hóttanum og taka USA úr verjusamgonguni.
Í einari samrøðu við týsku ávísina, Die Welt, vísir Nato-aðalskrivarin aftur, at kjarnorkuvápnaverjan hjá USA av Evropa er í vanda.
- Kjarnorkuvápnaverjan er ultimativa vissan fyri trygdini, sigur hann.
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir funnist at Nato, tí verjusamgongan ikki vil hjálpa USA í álopskrígnum móti Iran.
Á einum fundi millum Mark Rutte og Donald Trump í Hvítu Húsunum herfyri gingu aldurnar høgar, vita útlendskir miðlar at siga.
Eftir fundin hevur Nato-aðalskrivarin sagt, at hann skilir frustratiónirnar hjá amerikanska forsetanum.
Mark Rutte sigur við Die Welt, at hann á fundinum við Donald Trump nevndi fleiri fyrimunir, sum USA hevur við verjusamgonguni.
- Evropa vil nú taka ein størri leiklut í Nato. Tað eru góð tíðindi. Hetta er ein broyting frá einum ósunnum bundinskapi til, at Evropa nú tekur størri ábyrgd, sigur hann.
Nato-aðalskrivarin vísir á, at bæði í Evropa og Kanada verðan nú fleiri pengar brúktir til verjuútreiðslur.
- Eitt sterkari Nato, merkir ein tryggari heimur, sigur Mark Rutte.











