Valur møtir FH í finalunum um íslendska meistaraheitið

Her er skráin fyri meistaraskapsfinalurnar

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali skulu spæla meistaraskapsfinalur móti FH í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Spælt verður best av fimm dystum. Endar tað við, at liðini mugu spæla fimm dystir verður fimta og avgerandi finalan á heimavøllinum hjá Vali í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Í hálvfinaluuppgerðunum vann Valur samlað 3-0 á KA, og FH vann 3-1 á grannaliðnum á Hafnarfirði, Haukar.

 

Skráin fyri meistaraskapsfinalurnar:

 

24. apríl: Valur – FH.

27. apríl: FH – Valur.

30. apríl: Valur – FH.

4. mai: FH – Valur.

7. mai: Valur – FH.

 

Kelda: handbolti.is