- Kanska vil eg ikki leingja vápnahvíldina. So er aftur stongsul, og tíverri noyðast vit at byrja at sleppa bumbur aftur, segði Donald Trump umborð á Air Force One-flogfarinum tíðliga í morgun

Trump: Vápnahvíldin kann verða av mikudagin

Hetta kann henda, um eingin avtala er fingin við Iran innan ta tíð, sigur Donald Trump

- Kanska vil eg ikki leingja vápnahvíldina. So er aftur stongsul, og tíverri noyðast vit at byrja at sleppa bumbur aftur, segði Donald Trump umborð á Air Force One-flogfarinum tíðliga í morgun

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at tað er ikki vist, at hann vil leingja fyribils vápnahvíldina millum USA og Iran, um samráðingarnar ikki føra til eina avtalu innan mikudagin.

 

- Kanska vil eg ikki leingja hana. So er aftur stongsul, og tíverri noyðast vit at byrja at sleppa bumbur aftur, segði hann umborð á Air Force One-flogfarinum tíðliga í morgun, okkara tíð.

 

Donald Trump endurtók eisini, at USA vil hava fatur í ríkaða iranska uraninum - á ein ella annað hátt, sum hann tók til, og hann ávaraði um, at hetta kann fara at henda upp á ein keðiligan máta, um samráðingarnar miseydnast.

 

- Vit skulu hava tað - líkamikið, legði amerikanski forsetin aftrat.

 

Lesið eisini:

 

USA fær ikki ríkaða uranið hjá Iran

 

https://www.in.fo/news-detail/iran-visir-aftur-at-usa-faer-rikada-uranid-sum-landid-eigur

 

 

 

- Kanska vil eg ikki leingja vápnahvíldina. So er aftur stongsul, og tíverri noyðast vit at byrja at sleppa bumbur aftur, segði Donald Trump umborð á Air Force One-flogfarinum tíðliga í morgun