Marknagil 2014

Í løtni verða forkanningar gjørdar av lendinum við Marknagil, har skúladepilin skal byggjast. Somuleiðis er ein veðurstøð sett upp, ið ger mátingar av vindviðurskiftunum í økinum
Sjálvt projekteringsarbeiðið av skúladeplinum við Marknagil er komið væl áleiðis og verður liðugt umleið 10. juni. Síðani verður øll verkætlanin boðin út til arbeiðstakarar.
Samlaði fíggjarkarmurin fyri skúladepilin er 391 mió. krónur, har av projekteringsuppgávan er mett at kosta 37 mió. krónur. Sjálvt byggiarbeiðið fer í gongd í heyst, og eftir ætlan skal Skúladepilin við Marknagil verða klárur at taka í nýtslu á sumri 2014.