Mars verður tikið av hillunum í Føroyum

Mynd: Polfoto

Fyrr í dag bórust tíðindini, at fyritøkan, ið framleiðir Mars og Snickers, hevur valt at afturkallað fleiri milliónir Mars og Snickers, aftaná at eitt reytt plastikkstykki varð funnið í einum Snickers í januar.


Vørurnar verða harvið tiknar av hillunum í 55 londum, men at byrja við varð ikki sagt hvørji lond talan var um, men nú er greitt, at Mars og Snickers eisini verða tikin av hillunum í Føroyum. Norska blaðið VG hevur nevniliga fingið váttað, at øll Mars og Snickers í Norðurlondum verða afturkallað.


Orsøkin er, at ein persónur í Týsklandi hevur funnið eitt reytt plastikkstykki í einum Snickers. Plaststykkið var frá einari maskinu á eini verksmiðju í Týsklandi, har Mars og Snickers verður framleitt.


- Vit vita bara um ein tilburð í Týsklandi, men Mars hevur valt at raðfesta trygdina fremst og tekur alla sjokulátuna í Týsklandi aftur. Vit hava ongar ábendingar um, at tað er nakað galið við vørunum í Norðurlondum, men fyri at velja tryggu loysnina taka vit øll Mars og Snickers av hillunum í Norðurlondum, sigur Ylva Freiesleben, talskvinna fyri Mars Nordic, við VG.

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto