Talv
Annað árið á rað luttóku Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen í Dubai Open, sum varð telvað í døgunum 04-12. apríl. Serliga væl gekk hjá Martini, sum hesaferð luktaði IM-normin.
Kravið hjá Martini fyri at vinna sær sín fyrsta IM-norm, var sigur í seinasta umfari ímóti IM Hameed (2371). Men Martin fekk ikki rættiliga fótin fyri seg í hesum talvi og mátti tíverri lúta. Martin vinnur tó fitt av rating fyri úrslitið niðri í hitanum í Dubai.
Eins og Martin fekk Hans Kristian 4 stig av 9 møguligum. Hans Kristian hevði eina miðalgóða kapping og stendur nøkunlunda í stað í rating.
Ungi og ókendi Wang Hao (2484) vann óvæntað kappingina framanfyri fleiri stórmeistarum. Wang fekk 7 stig og heili tíggju stórmeistarar fingu 6,5 stig.