Martin Agnarsson gjørdist í dag stóra sigursmálhetjan hjá Aarhus Fremad, sum í dysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann ein sera týðandi 1-0 sigur á botnproppinum, Middelfart.
Heimaliðið megnaði leingi at halda málið reint. Men í 85. minutti skoraði Martin eitt sera týdningarmikið sigursmál. Marcus Kirchheiner legði upp til málið.
Aarhus Fremad er fyribils á einum øðrum plássi við 36 stigum.
Leygardagin 9. mai klokkan 13 tekur Aarhus Fremad móti HB Køge á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus.
##med2##












