Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer í næstu viku at hækka tollin á bilum og lastbilum, sum verða innfluttir til USA úr ES, til 25 prosent.
Hetta skrivaði hann á sínum sosiala miðli, Truth Social, í dag.
Í einum uppslagi ákærir Trump ES fyri ikki at "fullkomiliga halda avtalaðu handilsavtalu okkara" - uttan at útgreina, hvussu ES brýtur avtaluna.
Hann sigur eisini, at verða akfør framleidd í USA, verða tey ikki rakt av hægri tollinum.
ES og USA skrivaðu undir handilssáttmála á sumri 2025. Hann ásetti tollmark á bilar og billutir úr ES til 15 prosent.
Sambært tíðindastovuni AFP eru tey 15 prosentini undir 25 prosent tollinum, sum nógvir aðrir handilspartar rinda.
Í mars gav ein meiriluti í ES-tinginum sína samtykt til handilsavtaluna millum ES og USA undir ávísum treytum, men hetta gav ikki endaliga samtykt við sær. Samráðingar verða eisini við tey einstøku londini.
Skjótleikin við at fremja avtaluna hevur elvt til stúran fyri, at Donald Trump at enda fer at missa tolið.
Formaðurin í handilsnevndini í ES-tinginum, Bernd Lange, kallar fráboðanina frá Trump í dag fyri nakað, sum "vísir, hvussu óálítandi USA er".
– Soleiðis eiga tættir partnarar ikki at verða viðfarnir, sigur hann, sambært tíðindastovuni Reuters.
– Nú skulu vit bara svara við totalum greidleika og avgjørt, heldur týski ES-tinglimurin fram.
Serliga Týskland, við sínum stóra bilútflutningi, verður væntandi rakt av tollhækking.
Trump hevur fleiri ferðir hótt við hægri tolli - og hevur eisini fleiri ferðir sett tollhækkingar í verk.
Á vári 2025 skelkaði Trump alheimshandilin við ein rúgvu av tollhækkingum móti nógvum londum.
Síðani tá hevur verið ein long tilgongd, eitt nú tollhóttanir orsakað av Grønlandi, avtalur við lond og ein hægstarættarúrskurður, sum kolldømdi lógargrundarlagið undir einum stórum parti av upprunaligu tollhækkingunum.
Vinnufelagiå Dansk Industri sær fráboðanina hjá Trump sum eina roynd hjá forsetanum at leggja eitt seinasta trýstið á ES.
– Um Trump tekur hóttanina í álvara, verður talan um eitt greitt brot á tollavtaluna millum ES og USA, skrivar høvuðsráðgevin Dansk Industri Peter Bay Kirkegaard í viðmerking til Ritzau og leggur afturat:
– Men hann (Trump, red.) er so við og við vorðin kendur fyri at koma við hóttanum, sum ikki neyðturviliga verða framdar. So lat okkum síggja.
/Ritzau/











