Vágabólkurin skuldi spæla leygarkvøldið, men nú eru teir fluttir til 3. umfar. Sostatt verða tað fimm bólkar við í umfarinum um vikuskiftið
Umførini
Eyðun Klakstein
29 bólkar eru við í teimum fimm innleiðandi umførunum. Tað merkir, at í einum av umførunum skulu fimm bólkar kappast, meðan seks bólkar eru við í øllum hinum umførunum.
Upprunaliga ætlanin var, at fimm bólkar skuldu vera í 3. umfar, men nú er vágabólkurin Masha fluttur frá 2. til 3. umfar.
Orsøkin er, at teir hava fingið nýggjan sangara.
Hesin sangari kann ikki vera í Føroyum, tá ið 2. umfar er, og tí stóð valið ímillum at flyta umfar ella at taka seg úr kappingini.
Tað merkir, at fimm bólkar fara at kappast nú leygarkvøldið. Teir eru Déjá Vu, Mind?s Eye, onkikanndiskuterast.alt kann, Holgar og Villmenn og Speaker.
Hóast bara fimm bólkar eru við í hesum umfari, eru treytirnar fyri víðari luttøku tær somu. Vinnarin av umfarinum kemur í finaluna, meðan 2?arin sleppur at kappast í hálvfinaluni miðskeiðis í mars mánaði.
Tá ið hetta umfarið hevur verið, verða tað sostatt fimm bólkar í øllum innleiðandi umførunum, sum eru eftir. Í finaluni verða seks bólkar.