Maskinmeistaraprógv í 1956

Fyri 50 árum síðan:

15. mars í 1956 var próvtøka á Maskinmeistaraskúlanum í Havn, har 17 næmingar tóku prógv. Talan var um næmingar sum tóku 1. deil av maskinmeistaraútbúgvingini, ið tá var hægsta útbúgving, sum kundi takast í Føroyum. Myndin er tikin á Hotel Hafnia.
 
Av hesum 17 næmingunum, sum tóku prógv í 1965, fóru 15 at sigla við skipum í danska handilsflotanum. 

Næmingarnir eru: Eyðfinn Hentze, Sandur, Øssur Nielsen, Mykines, Bjarni Joensen, Miðvágur, 6. Magnus Magnussen, Sandavágur, Tummas Hentze, Sandur, Sigmund Arge Gregoriussen, Tórshavn, Jan á Høgaryggi, Hvalvík,  Hans Pauli Danielsen, Nólsoy, Hannis Arge, Tórshavn, Arnold Simonsen, Sandavágur, Jóannes Niclasen, Tórshavn, Hanni Johansen (í Kass), Strendur, Rósing Hansen Lið, Mykines, Atli Jensen, Tórshavn, Hallgrím Poulsen, Strendur, Knút Joensen, Tórshavn, og Eyðfinn Mohr, Fuglafjørður.

Lærarar vóru: Dánjal á Dul, Hans Sundstein, Sigrid av Skarði, Petur Christiansen, Richard Long, og Tórarin Evensen