Hevur tú tekniska útbúgving og áhuga í framleiðslu og rakstri? So hava vit eitt spennandi starv til tín. Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum maskinmeistara til okkara smoltstøð á Fútakletti. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi við høgum fakligum støði og góðum samstarvi.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
- Rakstur og viðlíkahald av tekniskari útgerð og skipanum
- Planlegging og at gera fyribyrgjandi viðlíkahaldsarbeiði
- Samstarv við onnur um optimalan rakstur og trivnað hjá fiskinum
- Optimering av orkunýtsluni
- Luttøka í verkætlanum og menning av støðini
- At vera partur av útkoyring, flyting og koppseting av fiski
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin maskinmeistari, maskinistur ella hevur samsvarandi tekniska útbúgving
- Ert røkin og álítandi
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, samstarva og taka ábyrgd
- Dámar at loysa uppgávur
- Hevur góðan tekniskan førleika
- Ert áhugað/ur at arbeiða við djórum
Tú verður partur av teknisku toyminum og vanliga arbeiðstíðin er gerandisdagar frá 8 til 16.
Tó verður arbeitt aðrar tíðir viðhvørt.
Við tíðini kanst tú blíva partur av vaktartoyminum.
Hjá Hiddenfjord leggja vit okkum eftir, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.
Vit bjóða:
- Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
- Nútíðarlig amboð og útgerð
- Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
- Persónliga og fakliga førleikamenning
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan
Lønin verður eftir avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristoffur Svabo, leiðara á teknisku deild, á tlf. +298 225207, kristoffur.svabo(at)hiddenfjord.com.
Umsóknir skulu sendast til starv(at)hiddenfjord.com í seinasta lagi 22. juni 2026.
Starvið verður sett sum skjótast ella eftir neyvari avtalu.
Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum elur laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 40 fólk, harav eru 10 fólk á teknisku deild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðarvirksemi.










