Hvalba setir nú eisini ferðina niður

- Næsta stigið verður at seta upp ferðslutálmandi skipanir gjøgnum bygdina, har nógv børn javnan eru

Hvalbiar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at lækka hámarksferðina í bygdini niður í 40 kilometrar um tíman fyri at økja um ferðslutrygdina hjá øllum ferðandi.

 

- Hetta fevnir bæði um bilførarar, gongufólk og serliga børn, sum ofta eru á ferð í bygdini.

 

Kommunan sigur, at hetta arbeiðið er partur av einari heildarferðsluætlan fyri Hvalba.

 

- Fyrsta stigið er at gera Hvalba til eina 40 kilometra-sonu, sum hevur fingið neyðugu góðkenningina frá viðkomandi myndugleikum. 

 

Næsta stigið hjá kommununi verður at seta upp ferðslutálmandi skipanir gjøgnum bygdina, serliga í Garðsenni, har nógv børn javnan eru.

 

##med2##

 

- Staðsetingin av skeltunum, ið marka 40 kilometra-sonuna inni í bygdini í Hvalba, sæst á myndini her omanfyri, verður lagt aftrat.