Upprunaligu handritini til alla donsku sjónvarpsrøðina Matador eru seld á uppboði fyri 200.000 krónur.
Undan uppboðssøluni hevði uppboðshúsið Bruun Rasmussen mett virðið á handritunum til millum 80.000 og 100.000 krónur.
– Vit vita ikki, nær ein slíkur dýrgripur verður tøkur aftur, og tað hevur heilt vist eisini verið við til at skapa stóra áhugan og høga prísin, sigur Peter Broe, serfrøðingur í savnslutum hjá Bruun Rasmussen.
Fleiri rekvisittir úr Matador vóru eisini til sølu. Millum teirra var eitt eintak av uppspunna blaðnum »Korsbæk Tidende«, sum Maude Varnæs, leikt av Malene Schwartz, heldur í hondini í 19. parti.
Blaðið varð selt saman við einum eintaki av Nationaltidende, sum Hans Christian Varnæs, leiktur av Holger Juul Hansen, lesur í 16. parti, og einum eintaki av flogblaðnum »Oprop!« hjá týsku hersetingarvaldinum.
Hesir lutirnir vórðu seldir fyri 22.000 krónur. Mett varð frammanundan, at teir fóru at geva millum 6.000 og 8.000 krónur.
Klæði úr røðini vóru eisini undir hamaranum. Ein blómumynstraður kjóli, sum Ghita Nørby var í sum Ingeborg Skjern í áttanda parti, varð seldur fyri 10.000 krónur. Tað var minni enn metingin á 15.000 til 20.000 krónur.
Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå, varð hinvegin ikki selt.
– Matador er í dag ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í Danmark og stendur sum ein partur av danska mentanararvinum, sigur Peter Broe.
Matador varð skapt av Lise Nørgaard og hevði frumsýning í 1978. Røðin fylgir lívinum í uppspunna danska býnum Korsbæk frá 1929 til 1947.
/Ritzau/










