Hermann Ronnason Samuelsen hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini um treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Hann spyr fyrst, hvørji krøv eru galdandi í dag fyri, at ein útlendingur kann fáa varandi uppihaldsloyvi.
Síðani vil hann hava at vita, um nakað krav verður sett um førleika í føroyskum máli.
Og um einki slíkt krav er í dag, spyr hann beinleiðis, um landsstýrismaðurin ætlar at seta sum treyt, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.
Óttast parallellsamfeløg
Í viðmerkingunum vísir Hermann Ronnason Samuelsen á, at landsstýrið hevur ætlanir um at herða útlendingalógina, millum annað treytirnar fyri samfylgjandi familju.
Hann heldur tó, at ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión er, at útlendingar, sum koma til Føroya, hava góðar møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum.
– Tað er tí vandi fyri, at ein miseydnaður integratiónspolitikkur kann elva til parallellsamfeløg, sum kunnu leggja okkara felags virðir, livihættir og mentan undir óneyðugt trýst, stendur í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 24. august.
Jacob Vestergaard skal nú svara spurningunum skrivliga.










