Mattias og Hannes trýstu Jákup undir stikuna

2-0 tap í Gundadali hevur við sær, at B68 í kvøld er undir niðurflytingarstrikuni

Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið B36 í Gundadali í kvøld hevði vitjan av B68. Úrslitið ber við sær, at toftamenn í kvøld eru undir niðurflytingarstrikuni. ÍF, sum í dag vann fyrsta sigurin á árinum, er aftast við seks stigum, og B68 er næstaftast við 14 stigum.

 

Skála er á áttanda plássi við 15 stigum. Skála fer í morgin norður til Klaksvíkar. EB/Streymur vann í dag 6-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. EB/Streymur er á sjeynda plássi við 16 stigum.

 

Tveir teir næstu dystirnir hjá B68 vera á heimavølli ímóti Víkingi og KÍ. Síðani vera lykladystir á skránni, sum fara at vera avgerandi fyri lagnuna hjá B68. Tá fara toftamenn at spæla ímóti ÍF á útivølli, Skála á heimavølli og EB/Streymi á heimavølli, áðrenn tað í síðsta umfari, sum verður leygardagin 26. oktober, verður grannauppgerð í Runavík.

 

Toftamenn spældu heldur ikki í dag sum upplagt niðurflytingarlið. Eftir steðgin høvdu teir í eina løtu tak á spælinum, og tá hevði innskifti Bartal Páll Klein heilt góðan møguleika, men hann tapti tvídystin við Silas Eyðsteinsson í B36 málinum.

 

Mattias Hellisdal legði eftir stórt korter og upplegg frá Marius Kryger Lindh B36 á odda, tá ið hann úr 12 metrum flatt sendi bóltin millum vinir og fíggindar og í málið. Hetta var fjórða málið í ár hjá 18 ára gamla Mattiasi Hellisdal.

 

Inntil tað restaði eitt korter, var tað spenningur um, hvussu tað fór at tørna út. Tá var tað, at Hannes Agnarsson eftir sending frá innskifta miðvallaranum Anton Søjberg setti bóltin í málið. Hetta var fimta málið hjá Hannesi Agnarsson í landskappingini í ár.

 

Hetta var sjeynda ferðin í ár, at B36 fór av vøllinum við øllum stigunum og uttan at mótstøðuliðið hevði skorað. Fyrsti sigurin varð vunnin í fyrsta umfari á Svangaskarði, tá ið úrslitið eisini var 3-0.

 

Stóri møguleikin hjá B36 at vinna europeiskt atgongumerki er framvegis í steypafinaluni ímóti HB, sum verður leygardagin 2. november. B36 arbeiðir eisini fyri at vinna fjórða plássið. Tann kappingin er við NSÍ, sum fyrr í dag tapti í Sarpugerði. NSÍ hevur 37 stig, og B36 hevur 32 stig.

 

Í 22. umfari fær B36 sunnudagin 15. september vitjan av NSÍ.