Mattrygdin: Hetta kunnu vit gera NÚ, og ymiskt vit kunnu gera seinni

Minnist tú verkfallið? Hitt verkfallið sum tømdi hillarnar í matvøruhandlunum. Eftir triðmum vikum var mestsum eingin matur eftir. Tá gjørdist tað greitt fyri okkum øllum, júst hvussu  matsárbær vit eru.

 

Mattrygdin í Føroyum er ikki í lagi, og hetta gerst meira og meira átrokandi nú lond fara í kríggj og spælireglurnar í altjóða politikki eru í upploysn.

 

Tíbetur ber til at loysa ein part av føroyska matsárbærinum upp á heilt stutta tíð! (meira um tað niðanfyri). Men fyrst ein listi yvir sumt av tí, sum í løtuni ger okkum mátsárbær:

 

Mattrygdin er lág tí at:

 

  • Vit innflya næstan allan mat
  • Vit hava onga almenna matgoymslu
  • Fá húski hava matgoymslu (Jú, summi hava fullar frystiboksir, men ikki øll! Og hvat um streymurin fer?)
  • Vit eiga einki fræ og eingi seteplir í landinum
  • Vit innflyta hoyggj og annað fóður til okkara djór
  • Vit framleiða næstan eingin tøð
  • Vit framtíðartryggja ikki vitan um velting
  • Vit hava onga lendisætlan, sum framtíðartryggjar bestu landbúnaðarjørðina
  • Fiskaflotin er allur bundin at innfluttari olju

 

Sumt av hesum tekur tíð at broyta, annað kann loysast nú beinanvegin.

 

Hetta eigur at henda NÚ:

 

  1. Ein tilbúgvingarætlan skal gerast og sendast út til øll privat húski. Tilbúgvingarætlanin fortelur okkum millum annað 'hvat skulu vit eiga inni, av mati og drekka, um kreppan rakar'. Men (Hon) sigur okkum eisini meira um hvat vit kunnu gera fyri at vera tilreiðar. Grannalondini hava sent ein slíkan faldara út til sínar borgarar fyri fleiri árum síðani. Vit eiga at gera hetta nú beinanvegin. (Um tú hevur hug at hyggja nærri at hvussu ein slík tilbúgvingarætlan kann síggja út, so er ein leinkja til svensku tilbúgvingarætlanina við at trýsta her. Hesa tilbúgvingarætlanina havi eg brúkt til at fyrireika meg og mína familju til eina møguliga kreppustøðu).
  2. Vit skulu hava eina almenna matgoymslu, umframt kommunalar matgoymslur. Soleiðis at ellisheimini og aðrir bústovnar eisini hava mat, um innfluttningurin verður óstøðugur í eina tíð.
  3. Vit skulu gera eitt yvirlit yvir hvat fyri matur finst í landinum. Hvussu nógv hava heilsølur á goymslu? Føroysku bóndirnir? Hvørjar stórar frystigoymslur finnast kring landið. O.s.fr.

 

Hetta er alt sovorðið sum kann og eigur at vera gjørt beinanvegin, og sum kann vera lætt at loysa, um politiska skipanin sær álvaran í tí matsárbæri vit liva undir nú. 

 

Hetta hevði loyst ótryggleikan skjótt og lætt. Og gjørt okkum munandi mattryggari eftir stuttari tíð. 

 

Fyri at langtíðartryggja okkara mattrygd krevst størri matsjálvbjargni. Hetta vendi eg aftur til.

 

Á facebook og á instagram fari eg komandi dagarnar meira inn í smálutirnir rundan um avbjóðingarnar við mattrygdini í Føroyum.

 

 

 

Tjóðhild Patursson