Máttu rinda 2600 krónur fyri at sleppa til Havnar

Sparingar hjá Strandferðsluni raka hart kring landið

 

Í morgun hava børnini í barnagarðinum í Kvívík verið á Barnafestivali í Havn.

Men hóast barnafestivalurin er ókeypis, gjørdist hetta ein rættiliga dýr ferð hjá børnunum.

 

Strandferðslan hevur sett sparingar í verk og tað merkir, at nú verða eykabussar ikki longur settir í koyring, tá ið tað annars er neyðugt.

Sostatt mugu fólk laga seg til ferðaætlanina, men er brúk fyri eyka bussi, mugu ferðafólkini rindar fullan prís fyri bussin.

 

- Vit vóru 26 børn og seks vaksin úr barnagarðinum í Kvívík, sum skuldu fara á barnafestival í Norðurlandahúsinum í Havn, sigur Siborg Arge, leiðari í Barnagarðinum.

 

- Men bussurin, sum vanliga koyrir á rutuni, tekur bara 28 fólk, so tá ið vit bíløgdu pláss fyri nøkrum døgum síðani, fingu vit at vita frá Strandferðsluni, at tað var ikki pláss fyri okkum í bussinum.

 

Tískil var einasti útvegur at vit leigaðu buss og rindaðu fullan prís fyri hann, sigur Siborg Arge.

 

Avleiðingin av tí var, at barnagarðurin í Kvívík máttu leiga buss frá Strandferðsluni og sostatt kostaði tað 2600 krónur hjá børnunum á sleppa til Havnar á eitt tiltak, sum annars var ókeypis.

 

Siborg Arge sigur, at tey høvdu lovað børnunum at sleppa á barnafestival og tað lyftið vildu tey ikki bróta.

Tí rindaði dagstovnurin hesa rokningina.

Men hon staðfestir, at hetta nýggja sparitiltakið hjá Strandferðsluni, fer at raka tey hart.

 

- Vit hava ikki lagt upp fyri hesum eykaútreiðslum í okkara fíggjarætlan. So avleiðingin er, at antin mugu vit avmarka okkara útferðir, ella mugu foreldrini í nógv størri mun enn nú rinda kostnaðin sjálvi, sigur hon.

 

Tað heldur hon er spell, tí onkuntíð hava børnini tørv á øðrvísi upplivilsum og so noyðast tey sum oftast av bygdini, men tað verðu rættiliga tvørligt hereftir, sigur Siborg Arge.

 

Um eina løtu hava vit eisini eina viðmerking frá stjóranum á Strandferðsluni.