McCartney aftur til Danmarkar

Nú fáa danir enn ein møguleika at uppliva gamla Beatle-limin Paul McCartney á palli. Jyske Bank Boxen í Herning verður nevniliga karmur um ein av konsertunum í nýggju konsertferðini hjá McCartney, One on One.


Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at danir fáa møguleikan at uppliva Paul McCartney á palli. Í fjør framførdi hann nevniliga á Roskilde, har hann spældi eina blanding av løgum frá síni longu yrkisleið.


Fyrireikararnir lova, at konsertin í Herning verður ein blanding av gomlum og nýggjum løgum hjá sangaranum.
Sølan av atgongumerkjum byrjar longu hósdagin.