Nú ljóðar, at legendurnar innan tónleik, Paul McCartney og Bob Dylan, fara at samstarva og geva tónleik út saman Paul McCartney og Bob Dylan fara, sambært The Daily Exoress og Ekstrablaðnum, undir samstarv.
Teir hava báðir keypt hús California, og búgva ikki so langt hvør frá øðrum, og tað sigst, at tað er eydnast at fáa tíðarætlanir teirra at passa saman seinni í summar.
Báðir hava við hepnari hond skrivað sangir síðani fyrst í sekstiárunum. McCartney sum limur í The Beatles og seinni sum einstaklingur. Bob Dylan sum einstaklingur, men eisini í samstarvi við onnur. Hann eigur, eins og McCartney, nógvar klassikarar, og sangir hjá Dylan eru í stóran mun komnir væl við hjá øðrum tónleikarum, ið hava endurinnspælt hansara sangir.
Dylan hevur áður samstarvað við ein, ið var partur av The Beatles, nevnliga við George Harrison, tá báðir vóru partur av Traveling Wilburys.