Meðan Karsten situr á kassanum...dør....

SÍÐANI hetta landsstýrið tók við eru fleiri og fleiri pengar komnir í landskassan, men um somu tíð forfarast fleiri av teimum týdningarmestu og grundleggjandi almennu stovnunum, sum føroyska samfelagið tvs. føroyski skattborgarin hevur brúkt tíggjutals ár at byggja upp. Tað, sum vit hava tikið sum nakað givið, tí vit fegin hava viljað latið skattapengar okkara til tað, nevniliga eitt gott almanna- og heilsuver og eina góða samferðslu er landsstýrið nú við at syndra. Vit endurtaka: um somu tíð sum landskassin fyllist við pengum, verða lívstýðandi almennir stovnar niðurpíndir og syndraðir. Tað sigur heldur ikki so lítið, at fíggjarmálaráðharrin noktar skúlaráðharranum at liva upp til ta lóg teir sjálvir hava samtykt. Vit hava víst á hesi viðurskifti á hesum stað fyrr og hava roynt at rópa varskó, men tað tykist ikki at vera nakað, sum fær landskassaráðharran at rakna við ella innsíggja, hvat tað er fyri kavabólt hann hevur koyrt á rull á almannaøkinum við beinari kós móti avgrundini. Hetta er ikki hørð tala, hetta er tó tann beiski veruleikin.

STØÐAN á heilsuøkinum er við at gerast sera álvarslig. Og her er greitt, at Landssjúkrahúsið rillar. Heldur niðurpíningin av okkara høvuðssjúkrahúsi fram, so verður tað ikki seinur dagur, at tað ikki vendist við aftur. Landsstýrisfólk yppa øksl og siga, at LS hevur fingið pengar til íløgur. Men hetta bøtir ikki um raksturin. At LS skal virka sum røktarheim um somu tíð, sum hesin lívsneyðugi stovnurin ikki fær nóg nógvar pengar til vanliga raksturin, er eisini fullkomiliga burturvið. Og hvat sigur ábyrgdarpersónurin á økinum! Jú hon yppir eisini øksl. Staðfestir bara at støðan er ring, men kann einki gera við tað, tí ov fá røktarheim eru. Hon hevur onga skjóta loysn á trupulleikanum.Og úti í Tinganesi situr Karsten Hansen so fast á kassanum, at talan verður hvørki um at byggja røktarheim ella lata fleiri pengar til raksturin av LS. Tað sær ikki mætari út enn at fíggjarmálaráðharrin hevur gjørt undirhondsavtalu við Fólkaflokk um at syndra almannaverkið. Um so er, at landsstýrið vitandi leggur hvørkratak um lívstýðandi almennar stovnar fyri at spara upp til fullveldið, so eigur Føroya fólk at fáa hetta at vita. Við slíkum politikki, so setir landsstýrið sjálvt fót fyri sínum fullveldisætlanum. Til fólkaatkvøðuna fer fólkið at staðfesta, at landsstýrið hevur niðurpínt almenna tænastuverkið, og tá verður fullveldið taparin. Tá kunnu vit sanna orðatakið, at man - te. landsstýrið - liggur, sum tað hevur reitt.