Bónus steypakappingin, kvinnur:
Mjølnir – TB
Leygardagin 25. apríl kl. 14:00
Við 3-1 sigri á Mjølni í steypafinaluni 2002 steðgaði TB sigursrøðini hjá klaksvíkingum, sum høvdu vunnið finaluna undanfarnu tvey árini, og hetta gjørdist byrjanin til glæsiligasta tíðarskeiðið hjá TB, sum vann fýra av fimm steypafinalum frá 2002-2006 umframt føroyameistarheitið í 2002.
Síðani hevur verið longri ímillum tey heilt góðu úrslitini hjá TB - eitt føroyameistaraheiti í 2015 og eina steypakapping vann felagið í 2017, men síðani hevur TB ikki verið í nakrari finalu; hvørki FM- ella steypafinalu.
Men leygardagin er TB endiliga aftur í eini finalu, og tá stendur Mjølnir aftur hinumegin netið í steypafinaluni, júst sum í 2002, og aftur hesa ferð er Mjølnir verandi steypavinnari. Men megnar TB aftur at taka steypið frá Mjølni?
Sum tað hevði gingið hjá TB í landskappingini, varð liðið ikki roknað millum favorittarnar at røkka finalunum í steypakappingini, tá ið farið varð í holt við bólkaspælið, men tá TB hevði vunnið 3-0 á fyrst KÍF og síðani 3-0 á SÍ, sum júst hevði vunnið føroyameistaraheitið, var TB brádliga favorittur at vinna á Fleyr í hálvfinaluni síðsta leygardag, og hóast fimm sett skuldu til, stóð TB royndina og spældi seg í sína fyrstu finalu í níggju ár.
Men mótstøðan hjá TB verður tó munandi harðari í finaluni leygardagin, har Mjølnir má metast sum favorittur. Hetta serliga grundað á, at Mjølnir vann allar landskappingardystirnar ímóti TB 3-0. Gaman í hevur TB tikið seg munandi fram, síðani ukrainska Yevheniia Prykhodko og kolumbiska Karol Hernandez komu á liðið eftir ársskiftið, men so seint sum 7. mars vann Mjølnir landskappingardystin móti TB 3-0 við teimum báðum á liðnum, tó at annað sett endaði 30-28.
Haraftrat tapti Mjølnir bara tveir dystir í landskappingini: tann allar fyrsta fyri Fleyr og tann allar síðsta fyri SÍ. At so Mjølnir haraftrat tapti báðar FM-finalurnar fyri SÍ, var ein strika í rokningini, men í Klaksvík hildu tey, at Mjølnir átti meira í sær, enn víst var í FM-finalunum. Tað fær Mølnir høvi at vísa leygardagin.
Fyri fyrstu ferð verða steypafinalurnar í flogbólti leiktar í høllini við Tjarnir. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á www.tjarnir.fo . Kostnaðurin fyri vaksin er 100 kr.; fyri 16 ára gomul og yngri er kostnaðurin 50 kr.
Høllin er opin frá kl. 13 við hugna, undirhaldi, matsølu og onkrum góðum til góman. Sjálvur dysturin millum Mjølnir og TB byrjar kl. 14.










