Meinhard væntar at vera klárur til annað ella triðja umfar

Kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini byrjar í morgin

Í morgin byrjar kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Noah Mneney, Bryne tekur á heimavølli móti Start Kristiansand.

 

Liðið hjá Gullbrandi í Horni Øregaard, Sandnes ULF hevur eisini heimadyst. Teir fáa vitjan av Egersund.

 

Meinhard E. Olsen er ikki heilt klárur at spæla dyst enn, men lið hansara, Mjøndalen hevur eisini heimadyst í morgin. Teir fáa vitjan av Raufoss.

 

Dystirnir hjá føroyingaliðunum byrja allir klokkan 16. 

 

Meinhard sigur í stuttari viðmerking, at hann vónar og væntar at vera klárur til annað ella triðja umfarið av kappingini. 

 

Mánakvøldið 15. apríl tekur Mjøndalen móti Start Kristiansand á heimavølli, og tað kann gerast fyrsti dysturin hjá Meinhardi hetta kappingarárið.