Meinhardt heldur fram í Klaksvík

Royndi málverjin, sum nú er eykamálverji, hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.

Meinhardt Joensen, sum í ár hevur verið eykamálverji hjá KÍ, av tí at Kristian Joensen hevur vunnið sær fast pláss ímillum stengurnar, heldur fram í barndómsfelagnum. Norðlýsið skrivar, at hann hevur longt sáttmálan við tveimum árum.

 

- Vit eru fegnir um, at Meinhardt framhaldandi verður partur av okkara hópi. Hann hevur havt ein týðandi leiklut fyri okkara hóp, tí tað hevur týdning hava hava eitt sterkt málmanstoymið og tað hava vit í Meinhardt og Kristian. Hóast hann ikki hevur fingið so nógva spælitíð í ár, so hevur Meinhardt víst fyrimyndarligan hugburð, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

 

36 ára gamli Meinhardt Joensen, sum fyrr í hesum kappingarárinum var útleigaður til TB í tríggjar dystir, hevur spælt tilsamans 306 dystir í bestu føroysku deildini.