Meiri virksemi í Tinghúsinum

Higartil hevur Tinghúsið á Hjalla bert verið opið ávísar gerandisdagar. Í morgun, leygardagin verður tilboðið víðkað. Mong eru tey sum høvdu ynskt sær, at Tinghúsið eisini kundi verið opið uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Higartil hevur sølubúðin verið opin millum klokkan 10 og 16 mánadag, týsdag og mikudag, men nú verður øðrvísi.

Hereftir verður Tinghúsið eisini opið leygardagar - tað er: tann seinasta leygardagin í hvørjum mánaði.

Hetta hendir fyrstu ferð ímorgin, leygardagin, tá opið verður frá klokkan 12 til 16.

Lutirnir í Tingshúsinum, ið allir eru eftirkannaðir, koma frá brennistøðini á Hjalla. Tað hevur víst seg at vera stórur tørvur á einum slíkum handli sum Tinghúsinum. Tað er nevniliga sjáldan, at vørurnar sleppa at standa leingi, tí eftirspurningurin er so stórur.

Peningurin sum kemur inn fyri søluna her, fer til arbeiðið hjá Dugna, ið hevur sum mál at hjálpa fólki til førleikamenning.