Meiriluti fyri at eygleiða elektroniskt samskifti hjá børnum

Ein Gallup kanning fyri Dátueftirlitið avdúkar, at 65 prosent av teimum spurdu eru jalig fyri at eygleiða elektroniska samskiftið hjá sínum børnum undir 15 ár. – Børnini skulu kunnast áðrenn, heldur Dátueftirlitið

Samskifti

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tvey av trimum vilja eygleiða elektroniska samskiftið hjá børnum sínum undir 15 ár, og meira enn helmingurin heldur tað verða í lagi at vakmyndatól eru á barrum og dansistøðum.

Dátueftirlitið avdúkaði í gjár úrslitið av eini kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri tey.

Fimm spurningar vóru settir teimum 551 fólkunum eldri enn 15 ár, sum tóku lut í kanningini.

Meðan nøkur av úrslitunum ikki koma óvart á tey flestu, er sum, ið vert er at nema við.


Opin fyri eygleiðing

So at siga alt ber til í tí elektroniska heiminum, og í dag ber eisini til at keypa skipanir, sum gera tað møguligt at eygleiða elektroniska samskiftið hjá øðrum, eitt nú hvørjar heimasíður fólk fara inn á og at lesa teldupostar hjá øðrum.

Kanningin vísti, at føroyingar eftir øllum at døma eru sera opnir fyri eygleiðing. Eitt nú svaraðu 65 prosent, at tað er í lagi at foreldur eygleiða samskiftið, so sum teldupostar og kjatt, hjá børnum sínum undir 15 ár. Serliga vóru tað kvinnurnar, ið vóru opnar fyri hesum møguleikanum, 71 prosent, meðan 60 prosent av monnunum vóru fyri.

- Nú sigur kanningin einki um, hvussu tað verður eygleitt, um foreldur skulu sita undir hvørjum orði, tey siga á netinum ella hvussu. Men børn hava eisini rætt til privatlív. Í øllum førum er tað tó ein treyt, at børnini eru kunnað um tað, um tey verða eygleidd, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum.


Arbeiðsgevarin hyggur eftir tær

At føroyingar sum heild eru opnir fyri eygleiðing, kemur eisini til sjóndar í spurninginum, um tað er í lagi at arbeiðsgevari kannar hvørjar heimasíður starvsfólk fara inn á.

Hóast meirilutin er í móti, 63 prosent, eru heili 31 prosent fyri, at arbeiðsgevari kannar eftir, hvørjar heimasíður starvsfólk fara inn á.

- Tað eru tó heilt strangar treytir fyri, nær ein arbeiðsgevari kann fara inn at kanna, hvørjar heimasíður starvsfólkið hevur verið inni á. Útgangspunktið er, at tað kann hann ikki. Tó kann hann tað, um hann hevur gjørt nakrar greiðar reglur fyri, nær tað er, tað skal vera sakligt, tað skal vera kunnað, starvsfólkið skal vita av tí, og man skal hava nakrar greiðar reglur fyri, hvussu man ger tað indgrebið. Og har mæla vit altíð til, at man hevur álitisfólk til staðar. Men útgangsstøðið er, at tað kann man ikki, men so skal handa reglan brúkast í undantaksføri, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Tá spurningurin snýr seg um, hvørt tað er í lagi at arbeiðsgevari lesur teldupost hjá starvsfólki, eru føroyingar tó meira afturhaldnir. Tá svaraðu bert 6 prosent, at tað var í lagi, meðan 93 prosent svaraðu, at tað var ikki í lagi, meðan bert 1 prosent segði seg ikki vita.



Frið á matstovum og eygleiðing á dansistøðum

Av teimum 551 spurdu, vilja flest, 61 prosent, hava frið fyri vakmyndatólum, tá tey eru á eini matstovu, meðan heili 90 prosent taka undir við at vakmyndatól eru í handlum.

Seinnu árini hevur Dáturáðið havt ein restriktivan politikk fyri vakmyndatólum í dansistøðum, men í nýggju kanningini svaraði helmingurin av teimum spurdu, 54 prosent, at tey halda tað verða í lagi, at vakmyndatól eru inni á einum diskoteki ella dansistaði.

- Hetta er eitt tal, sum er rættiliga yvirraskandi, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum.

Serliga var tað áhugavert, at tað í høvuðsheitum eru tey ungu sjálvi, sum serliga vóru opin fyri hesum, og ikki foreldur og onnur, ið ein kanska kundi hugsað høvdu følt tað sum eina eyka trygd, um vakmyndatól vóru í dansistøðunum.


Óvitandi um vakmyndatól

Ein annar spurningur í kanningini var, hvussu nógv vakmyndatól tey spurdu hildu verða í Føroyum. Har svaraðu 28 prosent, at tey hildu tað verða undir 200, og 33 prosent hildu tað liggja millum 201 og 500.

- Men veruliga talið liggur umleið 800 fráboðaða vakmyndatól, og tað eru bert tey, sum vit hava skrásett, og tað eru heilt sikkurt fleiri, tí hvørja ferð vit eru úti til eftirlit, koma vit fram á fleiri, sum eru ófráboðað, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Bert 15 prosent svaraðu, at talið liggur millum 501 og 1000 vakmyndatól, og tað heldur stjórin á Dátueftirlitinum er ein áminning um, at tú ongantíð kann kunna ov nógv um vakmyndatól.