Herfyri vóru fólk úr ávíkavist Føroyum, Danmark, Sveis, Slovakia, USA og Kolumbia í Koltri.
- Samanlagt vóru níggju fólk her í samband við átakið hjá Visit Faroe Islands, Closed For Maintanance.
Á Facebook-vanganum Koltur verður sagt, at uppgávan hesaferð var at hegna tvørtur um oynna.
- Hetta er í samband við, at umleið 80 prosent av oynni skal friðast fyri bit hjá djórum.
Á vanganum verður sagt, at eitt av endamálunum við friðingini er at síggja, hvussu Føroyar sóu út, áðrenn húsdjór komu til oyggjarnar.
Í Koltri fegnast tey um hjálpina, tey hesaferð fingu.
- Eitt gott átak, har nógv sæst aftur eftir stuttari tíð. Takk fyri hjálpina, verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur.










