Alt hetta visti landsstýrismaðurin undan triðju viðgerð av løgtingsfíggjarlóg fyri 2008. Rættast var, um hon latið seg í sekk og øsku og biðið um umbering; men eins og fyrr í karrieruni, er taktikkurin einfaldur: lat okkurt eymt mál bíða til aftaná fíggjarlógin er samtykt, so ber til at fáa økta játtan uttan at hetta verður partur av løgtingsins samlaðu raðfesting.
Rættstundis umhugsan
CHE-samongan hevur valdið í landsstýri, á løgtingi og í fíggjarnevndini. Kortini tók tað samgonguni tríggjar mánaðir at semjast um fíggjarlógaruppskotið, ið bert hevði góðar 20 milliónir í raðfestingum – alt hitt vóru framskrivingar av ymsum slagi.
Helena Dam á Neystabø hevur nú fingið eykajáttan svarandi til ein fullan triðing av raðfestingunum uttanum tær røttu mannagongdirnar sambært stýrisskipanarlógini. Samstundis sita tær fittu stýriskvinnurnar sita sum bitið í lort – ‘hví skulu vit halda lóg og karmar?’ – hugsa tær.
Vit í fíggjarnevndini, ið duga at hava oyrini úti, vistu sjálvsagt, at skilið var ringt. Í minnilutaáliti mínum varð víst á, at fleiri metingar máttu metast at vera skeivar, at landsstýrið ikki brúkti sína vitan rætt. Men at vit partvíst vita um ónýttu vitanina hjá landsstýrinum, tað umskyldar ikki landsstýrið.
Av hesum skeivu metingum og skeivt ásettu játtanum megnaði samgongan tó at rætta onkra í síðstu løtu. Rætti mátin er ígjøgnum landsstýrismannin í fíggjarmálum at biðja um hægri játtan undir fíggjarlógarviðgerðini.
Men til ber nú eisini at brúka tann heldur minni yndisliga mátan hjá Tórbjørn Jacobsen at gera vart við tørvin við tann levind og gang fyri opnari mikrofon; Tobbi megnaði soleiðis at forða fyri, at verjuskipini brendu síðstu oljuna undan næstu tingsetu.
Helena boðaði fyrst í viðgerðini frá, at uppskotið til strandferðslujáttan bygdi á, at dokking ikki skuldi vera í 2008, men bíða til 2009. At hon hevði ítøkiligar upplýsingar við sær og lágmælt nevndi veruliga tørvin á dokking í 2008 á fíggjarnevndarfundi (har Kári P. Højgaard møtti fyri Sjálvstýrisflokkin) ger bara støðuna verri. Hon gjørdi tað harvið ósambærtligt við stýrisskipanina at játta Smyrli pengar gjøgnum fíggjarnevndarskjal. Heldur enn at siga, at hon hevur kunnað fíggjarnevndini, mugu vit staðfesta, at hon forsømdi at fáa játtanina við á regluligan hátt – sum so mangar aðrar útreiðslur, ið kundu havt verið grundaðar í kendum tørvi.
Allir landsstýrismenn gremja seg um síni málsøki og nevna fyri hundraðtals milliónir í rakstri og íløgum, sum kundu verði tiknar við á fíggjarlógina. Hetta merkir ikki, at teir sum okkara sonevndi løgmálaráðharri hava ‘gjørt avtalu við fíggjarnevndina’ um seinni eykajáttan – tann teoriin hjá Neystabø er fullkomiliga burturvið og fær ikki eingang stuðul frá tí umskiftiliga nevndarformanninum.
Eftir stendur, at Neystabø forsømdi at brúka røttu mannagongd at økja játtan sína, og hon forsømdi eisini ta buldrutu mannagongdina, ið Tobbi brúkti. Samgongan, sum hevur valdið, forsømdi at leggja upp fyri síni vitan um, at Smyril kravdi at fara í dokk í ár.
Samgongan langt úti
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki hvør sum helst. Hetta er eisini tann, ið pretenderar at vera føroyskur løgmálaráðharri og skal ráðgeva øllum landsstovnum um stýrisskipan landsins.
Teir eldru fíggjarnevndarlimirnir plaga at siga, at eykajáttan um fíggjarnevndarskjal krevur eitt omanlop – og hvar er omanlopið? Landsstýrismaðurin verjir seg bara við at fíggjarnevndin skal hava vitað líka nógv sum hon. Men ein urð, ið øll kendu, er ikki nakað bráðkomið omanlop.
Samgongan hevur verið sum tær tríggjar apurnar, ið ikki sóu nakað skeivt, ikki hoyrdu nakað skeivt, og ikki søgdu nakað skeivt. Landsstýrisfundurin forsømdi at hyggja at vitanina hjá hesum landsstýrismanninum, fíggjarmálaráðharrin forsømdi sláa síni oyru út, og samgongumeirilutin forsømdi at siga sum var, at hetta nú ikki var mál, ið lógliga kundi avgreiðast uttanum løgtingið, men kravdi heldur at tingið varð kallað saman – ella raksturin tillagaður og játtanin hildin.
Løgtingsmaðurin Johan Dahl vísti á ta røttu leiðina – at kalla tingið saman – Sjálvstýrisflokkurin sat fullmannaður tilreiðar at gera tað rætta, men summir samgongumenn tykjast hava trupult at finna heim. Frúgvin á Neystabø tímdi ikki sjálv at koma heim.
Á fyrra fíggjarnevndarfundinum var samgongumeirilutin við Eyðgunn Samuelsen á odda samdur við okkum øðrum í, at treytirnar vóru ikki loknar – ongin fíggjarnevndarlimur bað um at verða førdur í gerðabók fyri at hava tikið undir við skjalinum. Síðani stungu kammeratarnir høvdini saman, og nú slongdust tonglarnir í briminum – og ikki bara brutu teir stýrisskipanarlógina fyri sær, meirilutin breyt prinsippið um, at sama mál kann ikki viðgerast fleiri ferðir í somu setu, og at meiriluti skal vera til staðar fyri stovnurin skal kunna taka støðu.
Einasta støðufesti, ið fíggjarnevndarformaðurin hevur víst, er óbendig trongd at fara við fíggjarnevndini til Kulusuk í Eysturgrønlandi at kanna eykajáttanir til útjaðarasjúkrahús.
Í dag boðaði eg tí løgtingsformanninum frá, at eg haldi fíggjarnevndina vera nóg langt úti – eg fari ongan veg at seta meg inn í viðurskiftini í øðrum londum, tá ið nevndin ikki vil seta seg inn í okkara egnu stýrisskipan; ta vikuna, sum nevndin jollar sær, fari eg at lesa gerðabøkur og mál hjá fíggjarnevndini higartil. Síðani fari eg at heita á løgtingsformannin um at brúka mínar ferðapengar til ábøtur á umstøðurnar hjá tingmonnum, so vit til dømis hava tráðleyst net til taks á nevndarfundum, og tilfar til taks, og so formaðurin sleppur undan at svara, at “tað sigur tú, men eg eri ikki juristur,” ella “tað dugi eg ikki at síggja,” tá ið kjakast verður um fíggjarmál landsins.
Eftir stendur, at venjan er broytt, og tann góði ráðgevin má nú lýsa rættarstøðuna soleiðis fyri landsstýrismonnum: “halt lágan profil undir raðfestingunum, tak okkurt eymt mál burtur úr umbønini, men hav upplýsingarnar klárar og mutla okkurt um málið, tá ið tú ert á fundi í fíggjarnevndini – syng so fyri tíni sjúku mostir í fjølmiðlunum og bið ‘tey’ ringja til kammerat formannin í fíggjarnevndini – so er játtanin økt.”