Menningartarnaður ikki á floksmynd

Ein føroyskur skúli gjørdi mismun móti menningartarnaðum næmingi

In.fo hevur hoyrt, at ein skúli í Føroyum ikki lat ein menningartarnaðan næming sleppa við á floksmyndina.

 

Fleiri keldur, ið in.fo hevur tosað við, siga, at foreldrini at næminginum fingu floksmyndina við øllum næmingunum á. Hini foreldrini fingu floksmyndina uttan menningartarnaða næmingin á. Talan er um ein drong, ið hevur gingið í flokkinum øll árini í skúlanum og er væl innlimaður í flokkin. Men tá floksmyndirnar skuldu takast, varð hann lúkaður burtur.

 

Sigrun Wardum, forkvinna í felagnum Javni, sigur, at tey hava hoyrt um hendingina, men at skúlin sigur, at talan er um eina misskiljing.

 

Sigrun Wardum vil ikki úttala seg konkret um hendingina, men sigur at tílíkt eigur ikki at koma fyri, misskiljing ella ei. Hon hevur ongantíð hoyrt um líknandi dømi fyrr í Føroyum, tó veit hon, at aðrir næmingar, ið bera brek ella eru menningartarnaðir, verða fyri mismuni á øðrum økjum. Sum dømi nevnir hon, at onkrir flokkar eru farnir á floksferð uttan hesar næmingar.

 

Ikki hevur eydnast in.fo at fáa at vita, hvønn skúla talan er um.