Mentan sum ein vøra

Vit síggja, eisini í Føroyum eina vaksandi stætt av samskiftisfólkum, PR, branding og lýsingarfólkum, og at tað verður bygt ein brúgv millum fjølmiðlar, skapandi og við sponsorar annars. Soleiðis geva sponsoravtalur møguleikar fyri listafólk, men um frælsið hjá listafólkum eisini er hótt, í og við tá tey eru sponsoreraði, er so ein spurningur?

Ráðstevna

Um tað er ein list, ið setur spurningar við samfelagið, ið vit koma at síggja, ella eina, ið júst skapar legitimitet og samleika fyri miðalstættina, ið eru tey sum eru nýggja vakstrarlagið fyri upplivingarbúskapin. Øki eru um at leggja saman. Vit hava fingið ein meiri og meiri kommersiellan fjølmiðlaídnað eisini, har serliga ókeypis bløð og portalar nassa uppá verulig bløð og teirra innihald. Serliga í Danmark, har tað eru fimm stórar ókeypis avísir samstundis.
Eitt annað fokus við hesum degnum í Norðurlandahúsinum er, hvussu vit kunnu vit brúka upplivingarbúskap til í Føroyum? Hetta verður evnið, sum pallborðsfundurin skal viðgera – umframt at taka saman um og perspektivera tað, sum dagsins fyrilestrahaldarar hava borið fram.
Pallborðsluttakarar verða m.a. Jón Tyril, leiðari av G-festivalinum í Gøtu, Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum í Klaksvík, Eirikur á Húsamørk, stjóri fyri nýhugsandi fyritøkuna Faroe Marine Products, sum var ársins virki í 2005, Óli á Deild Olsen, blaðstjóri á Vinnuvitan, sum var ársins átak í 2006, Høgni Rasmussen, stjóri á Sansir umframt onnur. Katrin Petersen, fyriskipari av MjúS-festivalinum á Sandi og fyrrverandi leiðari á tíðindadeildini í Sjónvarpi Føroya, verður orðstýrari.

Tað eru pengar í kenslum
Í nógv ár hava fólk sæð tað sum ein trupulleika, at vinnulív og mentan hava arbeitt saman. Nógv hava hildið, at hetta kundi leiða til, at mentanin varð dálkað, men hetta er við at broytast, sigur Mark Lorenzen, lektari á Copenhagen Business School, ið arbeiðir við einum projekti um upplivingarbúskap.
Tað var danski framtíðargranskarin Rolf Jensen, ið kom at fáa rætt í bókini »Dream Society«. At vit liva í einari tíð, har upplivingar eru avgerandi. Nú er tíðin at gera hetta til ein ídnað, sum kann gera, at londinini her um leiðir, ið ikki longur liva at framleiða vøkur, kunnu koma framá í hesi upplivingarbúskapinum.

Upplivingarbúskapur eitt lyklaorð
Í dag er upplivingarbúskapur eitt lyklaorð og eitt mótaorð bæði á universitetunum, millum politikarar og í vinnulívinum, enn er tó sum um, at nógv øki innan mentanina ikki eru við uppá hetta.
Rolf Jensen leggur dent á, at forbrúkarar fegnir vilja gjalda fyri upplivingar og søgur. Um ein vøra t.d. er ektað og hevur nakað serligt at bjóða. At ein bjór er bryggjað av munkum í Belgia og hevur verið gjørd so í 300 ár, eru søgur, ið eisini kunnu økja um virðið á einari vøru.
Hetta er ein leið, har vørur og mentanartilboð meiri selja seg til hjartað, enn til reinan fornuft.
Í hesari vinnuni finna vit stuttleikaídnaðin, men eisini ítrótt, byggilist, spøl, film, tónleik og annað. Tí betri søgan um hesi eru, tí dýrari er gjørligt at selja vøruna.
Rolf Jensen sigur, at greivar og barónar hava altíð livað fyri at hugna sær við upplivingum. Hesi keyptu Beluga kaviar og annað, ið nú nógv hava ráð til. Fólk eru vorðin sjey ferðir ríkari uppá 100 ár, tí er meiri peningur enn fyrr, ið skapar framgongd.
Hetta ger, at upplivingarbúskapurin er ein hin skjótast vaksandi í heiminum.

Økt sponsorvirksemi
Øll eru troytt av lýsingum, tí koma vit at síggja, at fyritøkur alt meiri fara inn og stuðla tiltøkum og mentan heldur enn at lýsa, hetta ger at fyritøkan kemur nærri at forbrúkarunum. Í Danmark er eitt dømi BG Bank, ið hevur gjørt eitt serligt bókmentasponsorat.
Áðrenn hetta kom fíggjarfrøðingurin Richard Florida við bókini »The Rise of The Creative Class«, ið eisini hevur verið við til at fáa politikarar og stovnar at leggja dent á at ein serlig skapandi stætt er skapt. Ein stætt, ið hevur nógv at gera við nýggja upplivingarbúskapin. Florida byggir á ein tanka um at heimurin er broyttur í dag, tí í nýggja samfelaginum spæla tey kreativu ein avgerðandi leiklut.