Orsakað av at vera ov sein í vendingini, misti Mentanarhúsið í Fuglafirði skeinkiloyvi. Nú hevur húsið fingið nýtt loyvi Tað vakti ans, tá Mentanarhúsið í Fuglafirði misti skeinkiloyvi, tí leiðslan í húsinum av misgávum ikki hevið sent umsókn inn til tíðina.
Hetta gjørdi, at lítið og onkið virksemi hevur verið í húsinum, eftir at húsið misti skeinkiloyvið.Í
?Í dag ynskja gestir, sum ganga til slík tiltøk og annað, at tað skal kunna bera til at keypa sær okkurt leskiligt afturvið einum góðum tiltaki, sum Mentanarhúsið í mong ár hevur staðið?, skrivar Mentanarhúsið í tíðindaskrivi.
Nú er so skeinkiloyvi komið aftur í Mentanarhúsið. Nógv sera góð tiltøk hava verið í Mentanarhúsinum gjøgnum tíðina,og halda hesi tiltøk sjálvandi fram í Mentanarhúsinum eins og undanfarin ár, skrivar húsið í tíðindaskrivi.